Aling

SMJ hevur nógvar dugnaligar ráðgevarar, sum kunnu veita lívfrøðiliga og tøkniligar tænastur til alivinnuna. Vit sniðgeva loysnir, so tær hóska til tørvin – har tøknin og lívfrøðin ganga hond í hond.

Vit hava arbeitt við smoltstøðum í Føroyum síðstu tjúgu árini, og hava síðan 2015 av álvara raðfest okkara menning av teimum tænastum, vit kunnu bjóða alivinnuni. SMJ hevur ment seg til at vera ein ráðgevi við stórari vitan um smoltstøðir og tilhoyrandi stuðulsskipanir. Okkara tænastur eru frá at fyrireika eina verkætlan, skal hon fremjast, hvussu skal tað fremjast og hvør kann byggja. Vit eru við til at nágreina verkætlanina, og onkuntíð ynskir kundin at bjóða út til heildarveitarar, sum projektera og byggja, og onkuntíð projektera vit. Dentur verður lagdur á at veita hágóðsku ráðgeving við atliti at tøkni, lívfrøði og umhvørvi fyri at fáa til vega dygdargóðar heildarloysnir.

Í alingini eru tvey høvuðsviðurskifti, sum skulu ganga upp; tað eru lívfrøði og tekniskar skipanir. Tí er avgerandi at hava heildarloysnina í huga, tá ein alistøð verður gjørd ella endurnýggjað. Á SMJ eru fólk við servitan innan bæði lívfrøði og tekniskar skipanir undir sama taki, lið um lið. Hetta skapar rammur fyri sterkum tvørfakligum samstarvi, og er við til at optimera verkætlanina og veitingina til kundan.

RAS

RAS skipanir, Recirculation Aquaculture Systems, tryggja neyvari eftirlit við vatnparametrum og avmarka sjúkuspjaðing, umframt at vatnnýtslan er 90% lægri. Endurnýtsluskipanir geva møguleikan fyri at ala størri og harðførari smolt.

Gjøgnumstreymur

Við nøktandi vatnmongdum kann ein gjøgnumstreymingarskipan verða ein góð loysn, og hava vit neyðuga kunnleikan og royndirnar til at verkseta skipanina.

Optimera

Vit bjóða okkara vitan innan aling til at optimera raksturin á nýggjum og verandi smoltstøðum, bæði í mun til lívfrøði og tekniskar skipanir.

Upplæring

Starvsfólk hjá stovnum og fyritøkum fáa upplæring í lívfrøðiligum og tøkniligum viðurskiftum, so tey eru væl bjálvaði við neyðugu vitanini.

Lívfrøðilig støðumeting

Lívfrøðilig støðumeting fevnir um kanningar av fiski, oxygenstøði, sjúkueyðkenni, vatngóðsku, og stressmátingar, grundaðar á slím, fyri at tryggja heilsu og vælveru hjá alifiski.

Tøkniligar skipanir

Hvør einstøk skipan er sniðgivin, so hon miðjar eftir hægsta virkisstøði og høgari fiskavælferð. Kørini, rørini og pumpurnar eru sniðgivnar við ætlan um hægsta karhydraulikkin við sjálvreinsandi eginleikum.

Tøknilig støðumeting

Vit meta um teknisku loysnirnar, grundað á fiskavælferð og vøkstur til tess at tryggja besta raksturin og støðuga høga vatngóðsku undir framleiðslu.

Set teg í samband við okkum

Kundi tú hugsað tær eitt prát við okkum um eina møguliga verkætlan, ring til ein okkara og vit kunnu hittast til óbindandi prát.

Leiðsla
Johan J. Joensen

Stjóri

Leiðsla
Pætur Jakobsen

Stjóri

Orka
Vatn
Leiðsla
Nevnd
Árni Jakobsen

Nevndarformaður

Ráðgevandi verkfrøðingar síðani 1969

SMJ ráðgevandi verkfrøðingar varð stovnað í august 1969 av Sofus M. Jakobsen, sum virkið eitur eftir.

SMJ Ráðgevandi Verkfrøðingar er ein av teimum størstu ráðgevarafyritøkunum í Føroyum, og vit kunnu bjóða ráðgeving innan okkara fýra høvuðsgeirar: Bygging, Orka, Aling og Vatn.